Venjarin nøgdur hóast stórtap

Jón Pauli Olsen, kvinnulandsliðsvenjari, sigur seg vera hampiliga væl nøgdan við avrikið ímóti Svøríki í kvøld.

Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Jón Pauli Olsen, er hampiliga væl nøgdur við 5-0-tapið ímóti Svøríki á Tórsvølli í kvøld.


- Eg eri hampiliga væl nøgdur við úrslitið. Gaman í bleiv úrslitið tað sama sum seinast, men mátin, vit gjørdu tað upp á, var heilt øðrvísi. Í mun til seinast, so royndu vit at fara fram á vøllin og Heidi Sevdal lá t.d. heilt frammi allan dystin. Eisini høvdu vit flutt eina av verjukenda miðvøllinum fram í eina fimm-ketu á miðvøllinum, so tað gjørdist ein heilt annar dystur. Eg eri nøgdur, men tó vóru onkur mál, sum ikki burdu komið, metir Jón Pauli.


Jón Pauli hevði ikki nógv at fílast hjá leikarum sínum, men tó hevði hann ynskt, at tær í fleiri førum bíðaðu heldur enn at leypa eftir mótstøðuleikarunum.


- Tað var ein trupulleiki, at vit vóru ov bangnar fyri at tær fóru at gera ov nógv innlegg, og tað førdi til at vit ov ofta komu tætt í tær og lótu pláss vera aftanfyri, soleiðis at tær sluppu inn um bakkarnar og gjørdust vandamiklar. Í seinna hálvleiki fingu vit rættað upp á tað, og tá bleiv tað eisini tættari í verjuni hjá okkum, sigur hann.


Vit spurdu Jón Paula, um venjaratoymið ikki hevur umhugsað at gjørt U21-manslandsliðnum kynstrið eftir og spælt álopskendan fótbólt hóast mótstøðan er í heimsklassa.


- Vit hava hugsað tað øgiliga ofta, men eg vænti, at úrslitið hevði verið eitt heilt annað, um vit gjørdu tað. Hetta er somikið nýtt á kvinnusíðuni og hetta liðið, vit møta í kvøld, liggur nummar fimm í heiminum og har liggur Argentina á mannfólkasíðuni, so hetta er allarhægsta støði og vit mugu vera realistisk, heldur Jón Pauli.


Nú verður farið undir fyrireikingarnar til at spæla seinastu tríggjar dystirnar, sum allir eru á útivølli ímóti Bosnia & Hersogovina, Skottlandi og Norðurírlandi.


- Møguleikin er at fáa stig ímóti Bosnia & Hersogovina og Norðurírlandi, men tað verður øgiliga trupult. Í Bosnia & Hersogovina spæla vit á hásumri í nógvum hita. Tað eru heilt aðrar umstøður. Vit hava eisini ein útidyst ímóti Skottlandi, og tær eru næstan á sama støði sum Svøríki, so tað verður ikki lætt, segði Jón Pauli Olsen at enda.