Tað er ongin loyna, at venjarar í Real Madrid ikki hava serliga langan snór, áðrenn teir fáa sekkin. Venjarar sum Vicente del Bosque og Fabio Capello eru áður blivnir koyrdir, hóast teir hava havt góð úrslit at vísa á, og nú er Carlo Ancelotti eisini blivin útsettur fyri hørðu lagnuna.
Real Madrid hevur ikki vunnið nakað steyp hetta kappingarárið, og tað er ikki nakað, sum forsetin í felagnum, Florentino Perez, finnur seg í. Carlo Ancelotti er blivin uppsagdur, hóast tað bara er eitt ár síðani, at hann vann tiltikna "La decima" heim til Madrid. Altso 10. Champions League-sigurin í søgu felagsins.
Florentino Perez vónar, at ein nýggjur venjari er funnin í næstu viku. Fleiri leysasøgur vilja vera við, at tað verður fyrrverandi Liverpool-venjarin, Rafael Benitez, ið yvirtekur grótharða venjarastarvið í Real Madrid.









