Venjarin hjá teimum trimum føroysku landsliðsleikarunum í Vejle, verður hin sami komandi kappingarár. Heimasíðan bold.dk skrivar í kvøld, at Vejle og Kleper Saarenpaa hava longt avtaluna við einum árið, soleiðis at hon gongur út á sumri í 2016.
Tað er uttan iva gleðilig tíðindir fyri teir føroysku landsliðsleikarnar, sum Kleper Saarenpaa hevur havt stórt álit á.
Sambært Steen Thychosen, ítróttarstjóra í Vejle, eru teir glaðir fyri at venjarin nú hevur longt sáttmálan.
- Kleper Saarenpaa er ein róligur venjari, sum fakliga er ógvuliga kompetentur. Vit eru kanska ikki altíð einigir, tá vit diskutera fótbólt, men vit fáa altíð gott kjak burturúr, og tað er umráðandi hjá einum ítróttarstjóra, at man sparrar við bæði venjaran og hjálparvenjaran.
- Enn er ov tíðliga at melda málsetning út til komandi kappingarár, tí vit bíða enn eftir at vita, hvussu hópurin sær út.
Tað er tó greitt, at Vejle kemur at hava nakað av frágongd til komandi kappingarár. Millum annað hevur áleyparin, Andreas Albers gjørt sáttmála við Silkeborg, meðan Christian Sivebæk fer at skifta til Viborg.
Teir føroysku landsliðsleikarnir, Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad vera tó allir at síggja í Vejle aftaná summarsteðgin.










