Venjarin hjá Slavia Prag: Verjan hjá H71 og Jana Mittún voldu okkum trupuleikar

Jan Salac, venjari hjá Slavia Prag staðfestir framúr dygdir hjá H71

H71 er millum 16 tey seinastu liðini í Europa Cup kappingini. 

 

Tað er veruleiki aftaná flotta samlaða 56-53 sigurin á kekkiska stórliðnum, Slavia Prag. Fyrra dystin í høllini á Hálsi vann Slavia Prag 29-27. Ígjár vann H71 29-24, og harvið ein samlaðan 56-53 sigur.

 

Heimasíðan hjá Slavia Prag hevur biðið høvuðsvenjaran, Jan Salac um at taka samanum báðar dystirnar móti H71. 

 

- Í báðum dystunum, serliga í tí seinna dystinum megnaðu vit ikki at steðga góðu leikarunum hjá H71, og tá hugsi er serliga um Janu Mittún. Málverjin hjá H71 stóð eisini framúr væl, og vit høvdu stórar trupuleikar við tí hart arbeiðandi og aggresivu verjuni hjá H71. Hóast eitt rimmar avrik frá okkara síðu at venda úrslitinum, so eydnaðist hetta tíverri ikki. Vónbrotið var týðuligt at síggja á andlitunum á okkara spælarum tá dysturin var liðugur. Tað skal sigast, at okkara leikarar gjørdu eitt væla arbeiðið, og sjálvt um langt frá alt var fullkomið hjá okkum, so skal liðið hava rós, sigur Jan Salac við heimasíðuna hjá Slavia Prag.