Aftaná Albert Ellefsen hevði fingið heiðurin, sum ársins venjari hjá monnum, handaði Mattias Davidsen fyri venjarafelagið, Poul G. Olsen, venjara hjá felagsliðnum EB/Streymi/Skála heiðurin fyri, at hann er ársins venjari hjá kvinnum.
Heiðursløtan, tá Poul G. Olsen fekk handað steyp og aðrar áminningar, umframt takkarrøðan hjá Pouli sæst og hoyrist á hesari leinkjuni: http://www.youtube.com/watch?v=-6XWD21je2Q&feature=youtu.be
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Poul G. Olsen, sum fegnast um avrikið hjá silvurvinnarunum hjá EB/Streymi/Skála.










