Meðan tey allarflestu hondbóltsáhugaðu fólkini kring Evropa lyfta hattin av fyri, at Føroyar hava vunnið í EM-endaspælið í manshondbólti fyri A-landslið, so er onkur sum ikki dugir at gleða seg um bragdið hjá fámentu tjóðini, Føroyum.
Fyrrverandi venjarin hjá Pæturi Mikkjalsson, Andreas Stockenberg, núverandi venjari hjá AMO, ið vann næstbestu svensku hondbóltsdeildini hevur hesa útsøgnina við nøkrum klovnamemes á Twitter:
##med2##
Uttan leikarar úr pinkutjóðum, sum føroyska landsliðsleikaran, Pætur Mikkjalsson og grønlendska landsliðsleikaran, Minik Høegh Dahl hevði AMO so ikki vunnið næstbestu svensku hondbóltsdeildina.
Men takksemið hjá Andreas Stockenberg er so ikki til at fáa eygað á.