Tað gongur lívliga fyri seg á venjingarleguni hjá Toda Jónsson og liðfeløgunum í Spania. Síðani leygardagin hevur Start vant í Marbella, og hóast teir eru staddir langt frá norska gerandisdegnum, hava teir veruliga verið í brennideplinum í fjølmiðlunum.
Mánadagin kundu fleiri norskir fjølmiðlar greiða frá, at tveir av liðfeløgunum hjá Toda fóru til hendurs undir eini venjing. Bård Borgesen og Lunde Aarsheim bæði tókust og slóust, áðrenn ein rúgva av liðfeløgunum mátti skilja teir at.
Illur um innslag
Í gjár fingu norsku fjølmiðlafólkini, sum fylgja Start á venjingarleguni í Spania, av at vita frá venjaranum Tom Nordlie. Venjarin er kendur fyri at tosa við greiðum vendingum, og fyrr í ár varð hann biðin um at vera meira positivur mótvegis sínum spælarum.
Í gjár stóðu fjølmiðlafólkini fyri skotum, tí norska TV2 hevði havt eitt innslag um venjingina hjá Start í Marbella. Í innslagnum sæst Nordlie rópa og geyla eftir einum av sínum spælarum.
Nordlie var illur um, at hetta varð víst í innslagnum í norskum sjónvarpi, tí hann helt, at tað varð tikið burtur úr einum samanhangi.
Og tað fingu fjølmiðlafólkini alt at vita um við stórum stavum og feitari skrift.
Kroystur venjari
Tá ið fjølmiðlafólkini vildu tosa við spælararnar eftir venjingina fyrrapartin í gjár, tók Nordlie ímóti teimum, tí hann vildi siga sína hugsa um arbeiðið hjá teimum.
Og tað vóru ikki mjúk orð. Nordlie skeldaði heiður og æru frá fjølmiðlafólkunum í samfull trý korter.
Fedrelandsvennen skrivar, at helst er orsøkin til øðina hjá venjaranum, at úrslitini higartil hava verið vánalig, nógvir spælarar hava verið skaddir, og at hansara leiðsla hevur verið til umrøðu í felagnum.
Seinnapartin í dag skuldi Start spæla venjingardyst ímóti Malaga B.