OFK Titograd úr Montenegro hevur koyrt venjaran, Aleksandar Miljenovic, eftir at liðið hjá honum tapti 2-1 samanlagt móti B36 í 1. undanumfarinum í Europa League.
Felagið skrivar á heimasíðuni, at tað er ongin orsøk at balla tað inn, men at ósigurin fyri B36 er beinleiðis orsøkin til, at Aleksandar Miljenovic er koyrdur.
- Tað er ongin orsøk at balla tað inn. Tað var ótrúliga týdningarmikið at koma víðari í Europa League. Umframt at koma víðari, so var eisini møguleikin at spæla móti einum stórfelagi úr Turkalandi, at selja nógv atgongumerki og ikki minst sjónvarpsrættindini, sigur Vladan Vujovic, forseti í felagnum.
Aleksandar Miljenovic tók við í apríl mánaði og vann seinni steypakappingina, men tað var ikki nokk at bjarga honum starvið, nú teir taptu fyri B36, sum nú skal spæla móti Besiktas í 2. undanumfarinum í Europa League.










