Venjarin hjá Team Klaksvík fekk góða fráfaringargávu (FM1)

Finnur Hansson var ígjøgnum á FM1 til eitt prát um sigurin í Niðara endaspælinum, og kappingarleistin hann hevur stríðst fyri

Fráfarandi venjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson fekk eina óføra góða fráfaringargávu, tá lið hansara vann Niðara Endaspælið í Okkaradeildini við einum 27-24 (15-11) heimasigri á StÍF vann Niðara Endaspælið við seks stigum. Tað eru líka nógv stig sum KÍF fekk, men Team Klaksvík er eitt mál betri innanhýsis, og tí fáa klaksvíkingar steyp og hartil 10.000 krónur, ið muna í kassanum hjá einum hondbóltsfelagi.

 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Vilhelm Vilhelmsen 6, Jens Pauli Mohr 6, Petur Martin Eliasen 6, Hørður Sigtórsson 5, Sámal á Tjaldrafløtti 4,

Málskjúttar hjá StÍF: Pætur Johansen 6, Bjarni í Selvindi 5, Rani A. Højgaard 4, Pætur Ó. Barclay 3, Teitur V. Nilssen 3, Ivan Mrdalo 2, Dávid Danielsen 1

 

TRÝST Á HESA LEINKJUNA,

 

og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Finnur Hansson fyrr í kvøld. Fyri venjaran og spælaran var tað ein góð og gagnlig hending aftaná bert tvey stig í grundspælinum, at kunna reisa seg so væl til hetta endaspælið og vinna tað.

 

Finnur Hansson staðfestir, at tað eru góðir spælarar á veg hjá Team Klaksvík, og um fimm til sjey ár væntar hann, at tað fer at síggjast aftur.

 

Samrøðan við Finnur Hansson snúði seg eisini um nýggja kappingarleistin, ið Finnur eigur hugskotið til. Finnur er glaður fyri hvussu væl tað gekk við FM-hálvfinalunum, og spenningur er í FM-finalunum. Tó ber altíð til at gera okkurt betri komandi kappingarár.

 

Finnur vil ikki avdúka nakað endaliga um sína hondbóltsframtíð, men tað verður ikki sum venjari, at hann fer í holt við kappingarárið 2019/2020.