Kenny Dalglish er ikki longur venjari hjá Liverpool. Tað skrivar millum annað BBC í hesu løtu. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Liverpool í ár, sum endaði nummar átta í Premier League.
Kenny Dalglish hevur í hesum døgum verið í USA har hann hevur fundast við John W. Henry og FSG, sum eigur og rekur fótbóltsfelagið. Fyrr í ár varð ítróttarstjórin, Damian Comolli, koyrdur frá. Nú fer Kenny Dalglish sama vegin.
Fyribils verða menn sum Roberto Martinez(Wigan) og fyrrverandi Liverpool venjarin, Rafael Bentiez, settir í samband við starvið.