Tað gongur skjótt hvønn vegin, og í nógvum førum frættist tað skjótt, sum gongur fyri seg. Hetta máttu fótbóltsspælararnir í AGF ásanna seinnapartin leygardagin. Tá lósu summir teirra á tekst tv, at leiðslan í felagnum hevði loyst venjaran Peter Rudbæk, úr starvinum.
Óli Johannesen var ikki til venjingar fyrrapartin leygardagin. Vanliga venja allir í 1. deildar hópinum saman, men í vikuskiftinum luttaka bara teir í venjingini, sum eru í hópinum til næsta dyst. Óli Johannesen telist í løtuni ikki millum teir, sum spæla við 1. liði. Leygardagin spældi hann við 2. liði, sum heldur til í danmarksseriuni.
Venjingin hjá teimum á besta liðnum var klokkan tíggju leygarmorgunin. Tá venjingin var liðug, og spælararnir fóru til hús, varð Peter Rudbæk kallaður til fundar við leiðsluna, sum boðaði honum frá, at nú var hann loystur frá allari ábyrgd í felagnum.
Sunnumorgunin kundu spælararnir lesa í bløðunum, at felagið hjá teimum arbeiddi við einari ætlan, sum gekk út uppá, at fyrrverandi 1. liðs spælararnir, Kent Nielsen og Lars Lundquist ? teir eru báðir gamlir landsliðsspælarar og Lars hevur áður verið venjari í AGF ? skulu taka sær av venjingini fram til summarsteðgin. Sunnukvøldið vórðu tíðindini alment váttað í AGF.
Í gjárkvøldið skuldu teir báðir hava ábyrgdina av AGF í lagnudystinum á heimavølli móti botnliðnum úr Vejle.
Peter Rudbæk skuldi bara vera venjari hjá Óla Johannesen og teimum fram til summarsteðgin. Tá skal Ove Christensen, sum áður hevur vant Viborg og sum nú er venjari hjá danska U?18 landsliðnum, taka ábyrgdina á seg, og tað fer hann at gera uttan mun til um AGF tá verður í superliguni ella í 1. deild.
Tað er langt síðani, at tað var avrátt, at Peter Rudbæk 1. januar komandi ár skal taka við starvinum sum venjari í AaB, og sambært leiðsluna í AGF bilar manninum einki, sum teir hava givið sekkin:
? Venjarin er góður, men tá støðan er hættislig í botninum, so mettu vit tað vera neyðugt at gera okkurt.
At venjarin, sum føroyskir fótbóltsvenjarar vitjaðu í heyst, er góður tóku spælararnir hjá AGF undir við í vikuskiftinum. Í donskum fjølmiðlum søgdu teir seg ikki skilja, hví leiðslan hevði givið Peter Rudbæk sekkin.
jh