Venjarin hjá FC Amager er sera bersøgin

Venjarin hjá felagnum hjá Toda Jónssyni, Michael Madsen dugir væl at leggja sær orðini. Men aftaná dystin millum FC Amager og AB farna mikukvøld, segði Michael Madsen uttan iva ov nógv. AB vann dystin í Amager við 1-0, og FCA-venjarin varð ikki blíður aftaná dystin. Í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá FC Amager kallaði hann dómaran, Andreas Knudsen, sum dømdi dystin millum FCA og AB fyri eina ”pappnøs”. Enn er tó einki frætt um, at danska fótbóltssambandið fer at revsa Michael Madsen fyri hesa viðmerkingina.