Teir í Kroatia eru kendir fyri at vera snillingar í hondbólti. Teir eru ikki altíð í so góðari sinniligari javnvág. Tey, sum plaga at fylgja við, komast við myndina av kroatiska venjaranum, Lino Červar, sum á síðulinjuni gongur upp í tað við lív og sál.
Í kvøld er hann so vónbrotin, tá ið hansara menn taptu 23-19 ímóti Argentina, at hann sambært fleiri miðlum hevur boðað kroatiska hondbólssambandinum frá, at hann nú beinanvegin leggur venjarastarvið frá sær.
Tað vil siga, at annar venjari fer at stýra kroatiska liðnum mánakvøldið, tá ið Danmark er mótstøðuliðið.
Møguleikin hjá kroatiska liðnum at røkka í fjórðingsfinaluna er nú treytaður av, at Kroatia mánakvøldið skal vinna fulla úrtøku ímóti Danmark. Um Danmark vinnur ímóti Japan í kvøld, so hava danir tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni, uttan mun til hvussu tað gongur ímóti Kroatia.