Venjarin hevur sítt at hugsa um

Leitanin eftir einum og kanska tveimum vinstra bakkum tykist vera størsta atvoldin til høvuðbrýggj hjá Jakob Jónsson, sum er venjari hjá kvinnulandsliðnum.

Umframt møðina, sum finalurnar bóru við sær, góvu hesar eisini skaða til Joan Midjord Djordjevic, sum enn ikki hevur vant saman við restini av hópinum.

Vanliga spælir Joan á miðjuni, men nú bæði Annika Ljósstein og Jacklin Durhuus noyddust at geva avboð, er bert Durita Ljósstein uppløgd til plássið á vinstra bakki, og tí var ætlanin ivaleyst partvíst eisini at brúka Joan á hesum plássinum.

 

Betri gjørdist tað heldur ikki av, at Durita legðist at spýggja í gjár, men hon var kortini við, tá venjingardystur varð spældur móti Tårnby. Tað var Anja Heinadóttir hinvegin ikki. Hon gjørdist sjúk við onkrum, sum líktist hálsbruna, men hon er tó kortini við á ferðina til Cypros nú í morgun.