Venjarin hevur altíð ábyrgdina

Í tíðindaskrivinum, sum er lagt á heimasíðuna hjá Norðlýsinum fær Tony Paris rós fyri arbeiðið, sum hann hevur gjørt tey árini, hann hevur verið í KÍ.

Millum annað verður sagt, at við Tony Paris er arbeiðið kring Formula-liðið vorðið meira skipað og disciplinerað, eins og samognarskapurin kring liðið er betraður.

 

Leiðslan ásannar eisini, at hópurin, sum hevur verið í ár, ikki hevur verið nóg sterkur, og at fleiri av spælarunum ikki hava livað upp til sítt besta. Tó er fatanin, at neyðugt er við broytingum, og tá flytingarvindeygað ikki ger spælaraskiftingar møguligar her og nú, hevur hetta kostað venjaran.

 

Eisini verður sagt, at Tony Paris sjálvur ikki hevði hug at geva upp. Men nú hann varð noyddur at fara, vil hann takka spælarunum fyri teirra hugburð, eins og hann ynskir KÍ alt tað besta í framtíðini.

 

Aksel Johannesen, nevndarformaður í KÍ-fótbóltur, vil ikki gera aðrar viðmerkingar enn tær, sum nevndar eru í tíðindaskrivinum. Heldur ikki vil hann siga, hvørt KÍ er í samráðingum við ein møguliga nýggjan venjara.