Randi í Jógvanstovu
Sporamørk 20
Leirvík 520
Fyri fyrst skal eg minna teg á, at tá tú ert staddur í Leirvík, ert tú í einari bygd, sum helst hevur borgarar úr mestsum hvørjum króki í heiminum. Vit eru heilt nógv sum eru “ikki føroyingar”. Í Leirvík hava vit eisini verið so heppin, at vit eiga nógv børn, sum ikki eru av føroyskum uppruna, og vit eru minst líka erpin av teimum, sum vit eru av teimum føroysku børnunum, bara so tú veitst tað.
Fyri tað næsta kunnu vit ikki hava ein venjara, sum ber seg at sum tú gert. Títt hatur eigur undir ongum umstøðum at vera sátt millum ungdómin í Leirvík. Tú sigur, at hattar er harmleyst slang í Klaksvík, men tað er tann vánaligasta umberingin eg enn havi hoyrt. Tú eigur sjálvsagt at taka frástøðu frá slíkum atburði.
Eg haldi, at tú skalt gera LÍF ein seinasta beina, og tað er at fara inn aftur um Klakk og tað rættiliga skjótt. Eg verði ikki millum áskoðararnar so leingi sum tú umboðar LÍF og Leirvíkar bygd.










