Venjarin: Gilli skjýtur sum ein hestur

- Pabba sigur, at eg skal skjóta oftari. Í dag skal eg skora framman fyri einum fullsettum stadion, sigur landsliðsspælarin.

 

Góðu avrikini fyri Brann hava vunnið Gilla Rólantsson nógvar fjepparar í Bergen og hann vónar at løna teimum aftur við enn fleiri málum. Tað fyrsta skal koma longu í dag.

 

Hann skoraði sítt fyrsta mál hetta kappingarárið við einum kanónskotið móti Rosenborg fyri tveimum vikum síðani, men tað var kortini ikki nokk til at tryggja felagnum stig.

- Eg leggi sjálvur lítið í hatta málið, tí vit kortini taptu dystin. Fyri meg er liðavrikið tað týdningarmesta, sigur Gilli Rólantsson við norskar miðlar.

 

Føroyski landsliðsspælarin hevur veruliga vakt ans í norsku kappingini í vár við fleiri góðum avrikum og hetta hevur vunnið honum fleiri fjepparar í Bergen.

 

Ein teirra er venjarin hjá Brann, Lars Arne Nilsen, sum serliga letur seg bergtaka av skotunum hjá Gilla Rólantsson.

- Hann hevur eitt ekstremt skot. Eg haldi ikki, eg nakrantíð havi sæð eitt skot sum hansara. Hann skjýtur sum ein hestur, sigur venjarin, sum í ár hevur flutt hann frá vinstra bakki fram á vinstra vong.

 

Sjálvur viðgongur Gilli Rólantsson, at hann nýtir høgra beinið ov sjáldan, men hann lovar, at hann skal brúka tað oftari, bæði til innlegg og skot.

- Aftaná hvønn dyst spyr pabba, hví eg ikki skjóti oftari. Tað ræður um sjálvsøkni og sjálvsálit, men jú, eg skal skjóta oftari, sigur Gilli Rólantsson við norskar miðlar.

 

Við in.fo sigur hann, at hann ætlar sær at skora í dag. 16. mai er stóra fótbóltsveitslan í Noregi. Í morgin er tjóðardagur og siðvenja er, at fólk tysja til fótbóltsdyst 16. mai. Í kvøld vera tí 18.000 áskoðarar, tá Brann tekur ímóti Sandefjord, sum hevur tikið øll á bóli higartil í ár.

- Vit eru allir enn eitt sindur troyttir eftir dystin móti Molde leygardagin, men tá tað koma so nógv fólk til dyst mugu vit geva alt. Sandefjord hava 13 stig, bara eitt minni enn vit, so hetta verður ikki ein lættur dystur, sigur Gilli Rólantsson.

 

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Felagið hevur dagføringar frá dystinum bæði á heimasíðuni brann.no og á Facebook-síðuni hjá felagnum.