Sum nevnt í grein aðra staðni á hesi síðu, so var væntandi, at okkurt varð at frætta um lagnuna hjá TB venjaranum seinni mánadagin.
Beint fyri evstamark okkara fingu vit tíðindaskriv frá TB, har tað varð staðfest, at Zoran Mancic ikki longur er í venjarasessinum hjá felagnum.
»Eftir samrøðu við bæði spælarar og venjara er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki álit longur er millum spælarar og venjara, og hevur nevndin tí avgjørt at loysa venjaran úr stavi frá dags dato«
Fyri Zoran Mancic hevur felagið fingið danan. Lynge Nielsen, sum áður ? í 2000 ? hevur verið venjari hjá TB. Lynge Nielsen tekur við venjarastarvinum mikudagin.