- Vit fáa eina fantastiska góða byrjan uppá kappingina. Allir leikararnir sleppa inn á vøllin at kenna rómin kring vøllin, og tað trýstið, sum er á spælararnar, og summir spælarar fingu í dag sína landsliðsdebut. Tað er ógvuliga jaligt. Og so haldi eg, at leikararnir avrika framúr væl í dag.
Orðini eigur Jógan Petur á Stongum, landsliðsvenjari í samrøðu við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, sum vann 3-0 á Írlandi fyrr í kvøld.
Jógan Petur á Stongum fegnast eisini um, at føroysku spælararnir megnaðu at halda fokus allan dystin. Møguliga fall føroyska liðið eitt sindur í triðja settinum, men annars var talan um eitt sannførandi avrik.
Málsetningurin er framvegis at gerast nummar eitt í EM/HM undankappingini, men til tað krevst eisini, at fólk í hópatali møta upp í høllini á Hálsi, fyrst í annaðkvøld klokkan 20 og stuðla føroyska liðnum til sigurs ímóti Liktinstein, og so aftur mikukvøldið klokkan 18.30, tá sterka kýpriotiska liðið stendur hinumegin netið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Jóhan Petur á Stongum aftaná dystin ímóti Írlandi.