Stóri miðverjin hjá Andorra, Ildefons Lima, er óivað størsti profilurin á liðnum. Hann er bæði toppskjútti og tann, ið hevur spælt flestar landsdystir. Hann er skrásettur fyri 108 landsdystir og hevur skotið 11 mál.
Størsta hetjan í hópinum man annars vera venjarin, Koldo Álvarez. Ikki einans hevur hann verið venjari seinastu mongu árini, nevniliga síðan 2. februar 2010, men hann hevur eisini verið ein profilur sum spælari.
Les eisini: Andorra: Mugu ikki gera mistøk
Koldo Álvarez var málverji. Frá 1989 til 1993 spældi hann við spanska stórfelagnum, Atlético Madrid, har hann fekk omanfyri hálvthundrað dystir á næstbesta liðnum. Á landsliðnum bleiv tað til 78 landsdystir.
Á 50 ára føðingardegnum hjá UEFA í 2003 skuldu tey evropeisku fótbóltssambondini kjósa besta spælaran í landinum seinastu 50 árini, frá 1954 til 2003, og her varð Koldo Álvarez kosin hjá Andorra.
Les eisini: Hesir ellivu byrja ímóti Andorra
Tað kravdi gott tol av Koldo Álvarez at bíða eftir fyrsta sigrinum sum landsliðsvenjari. Hesin sigurin kom sjey ár eftir starvssetanina, nevniliga í februar í ár, tá ið Andorra vann 2-0 í einum venjingardysti ímóti San Marino.










