Tað er ivasamt um gamla felagið hjá Julian Johnsson, Kongsvinger, sleppur at halda fram í bestu norsku deildini næsta ár. Felagið hevur fíggjarligar trupulleikar. Nú biður venjarin Tom Nordie fólk um hjálp at bjarga felagnum. Hann hevur sent sms-boð runt, har hann heitir á viðhaldsfólkini um bakka upp um felagið og hjálpa felagnum fíggjarliga.