Venjarin bardist við spælara

Danska Ekstrablaðið vil verða við, at rok var millum venjaran og ein spælara hjá Esbjerg, tá ið liðið um vikuskiftið helt veitslu, nú kappingin endaði. Misnøgd hevur verið við leiðsluháttin hjá Troels Bech í Esbjerg, og sunnukvøldið brustu hann og Nicolai Høgh saman á einum vertshúsi. Sambært keldum hjá Ekstrblaðnum, hevði Troels Bech fingið nógv innanborða og irriteraði ein av sínum spælarum, sum vildi sláa hann. Áfast var millum teir báðar, men teir vóru skildir at.