Tað verður ikki hesumegin vikuskiftið, at Fótbóltssambandið almannakunngerð navnið á nýggja føroyska landsliðsvenjaranum. Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, hevur júst verið uttanlands í øðrum ørindum, og hann sigur, at her og nú hendir einki. – Vit arbeiða okkum sjálvandi fram móti málinum, men vit skulu í øllum førum yvir um vikuskiftið, áðrenn ein venjari er settur, segði hann hóskvøldið.











