Klaksvík:
Dan Mikkelsen sigur, at tey hava onkran, sum tey hava tosað við um at verða venjari hjá Ægi, men enn er ikki nakað endaligt avgjørt.
Hann sigur, at tey í Ægir fegin vilja byrja aftur, tá skúlarnir byrja. Og hóast felagið so at siga datt niður fyri, meðan umbyggingin av svimjihøllini stóð uppá, so heldur formaðurin, at tað sær bara heilt gott út hjá teimum viðvíkjandi fólki til komandi kappingarár.
Dan hevur tosað við onkran av teimum eldru svimjarunum, sum rættiliga byrjaðu at gera um seg, beint áðrenn svimjihøllin lat aftur, og siga fleiri av teimum seg verða spent upp á at fara at byrja venjingarnar aftur.
Hann vil tó ikki koma beinleiðis inn á nakað, men hann sigur, at tað sær ljóst út, sum er fyri felagið.
Millum svimjararnar, sum vóru við tá, kunnu nevnast Bára Joensen og Kristian Olsen. Bára vann heitið Ársins svimjari hjá kvinnum kappingarárið 2000/01 og Kristian var bert fáar atkvøður frá at vinna sama heiðurin hjá monnum. Dan vónar, at um tey bæði koma aftur, so kunna tey verða við til at toga nøkur av hinum við aftur.
Kristian Olsen sigur, at hann hevur ætlanir um at byrja at svimja aftur nú, meðan tað kanska enn er eitt sindur óvist um Bára fer at byrja aftur ella ikki.
Góð svimjihøll
Dan Mikkelsen heldur, at svimjihøllin nú er fín.
- Gott nokk er bygnurin gamal enn, men hatta er sum ein nýggj høll, sigur Dan.
Hann dylir heldur ikki fyri, at tær nógv betraðu umstøðurnar í høllini bæði viðvíkjandi ljóði og ljósi fara at gera sítt til at kappingar, sum skulu verða í høllini, fara at eydnast betri.
Byggiætlanin fyri Klaksvíkar Svimjihøll er í trimum byggistigum og er fyrsta byggistig um at verða liðugt nú. Ætlanin at fara undir annað byggistig um eini fýra til fimm ár. Summi halda, at tað kann fara at vera torført at byggja eitt svimjifelag upp undir tílíkum umstøðum, tí svimjararnir mugu hava eitt stað at venja í.
Tað var tað, sum gjørdi, at felagið datt niður fyri, meðan fyrsta byggistig stóð upp á, tí svimjararnir høvdu ikki umstøður til at ferðast í millum hvønn dag til venjing.
Men Dan heldur, at tað kanska ikki verður ein aktuellur trupulleiki um fýra til fimm ár, tí tað ljóðar sum um tað møguliga verður koyrandi um Leirvíksfjørð til ta tíð, og tað ger alt munandi lættari.