Venjari meldaður: ”Teir verða fullir sum grønlendingar”

Fyrrverandi liðfelagi hjá Toda Jónsson er meldaður

Tað var ein sensatión, tá ið danska fótbóltsfelagið FC Helsingør fluttu upp í bestu fótbóltsdeildina sunndagin. Helsingør vann púra óvæntað uppflytingaruppgerð ímóti Viborg, sum spælir í bestu deildini.

Spælarar, leiðarar og áskoðarar vóru ovfarakátir eftir uppflytingina, og venjarin Christian Lønstrup ætlaði sær helst at vera skemtingarsamur, tá ið hann eftir uppflytingina segði við blaðið BT:

”Eg rokni við, at spælararnir verða fullir sum grønlendingar í nátt”.

Hendan útsøgn fekk ein borgara at melda venjaran til løgregluna fyri brot á rasismuparagraffina. Tað skrivar Helsingør Dagblad.

Í morgun hevur FC Helsingør sent út tíðindaskriv, har tey harmast útsøgnina hjá venjaranum.

- FC Helsingør harmast almikið útsøgnina hjá Christian Lønstrup. Felagið hevur tosað við Christian um hetta og givið greitt til kennar, at útsøgnin ikki umboðar virðini hjá felagnum.

Venjarin sjálvur harmast eisini tað, hann segði.

- Hatta var býttisligt og skeivt at siga, og aftaná skilti eg, at útsøgnin kann stoyta fólk og tykjast niðurlátandi, sigur Christian Lønstrup.