Tað hevur gingið serstakliga illa hjá danska 1. deildarliðnum Vendsyssel FF eftir ársskiftið. Liðið var í vetrarsteðginum eitt av bestu boðunum upp á uppflyting til superliguna, men síðani kappingin byrjar aftur í mars, hevur Vendsyssel verið fyri ongum.
Vendsyssel FF hevur eftir ársskiftið spælt átta dystir uttan at vinna, og tað hevur nú fingið ta avleiðing, at venjarin Ove Christensen hevur lagt frá sær.
Sáttmálin millum roynda venjaran og Vendsyssel FF gekk annars út í summar, men Ove Christensen heldur, at tað er best fyri liðið, at onkur annar sleppur at royna seg nú.
Ítróttarstjórin Jacob Kruger tekur í fyrsta umfari við leiðsluni av Vendsyssel-liðnum, har Hallur Hansson, Brandur Olsen, Rene Joensen og Meinhard Olsen eru partur av hópinum.
Vendsyssel FF liggur nummar 6 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini - 7 stig frá einum uppflytingarplássi. 7 umfør eru eftir at spæla.










