Venjaraskifti í Premier League

Ikki er óvanligt at nøkur venjaraskifti verða framd, tá ið eitt kappingarár er komið at enda. Í Premier League stóðu tvey feløg uttan venjara longu dagin eftir síðsta leikumfar. Stuart Pearce varð koyrdur í Manchester City, sum avleiðing av einum skuffandi kappingarári. Hin venjarin var heldur óvæntað venjarin hjá Wigan, Paul Jewell. Hóast hann bert er 42 ára gamal, heldur hann seg ikki vera likamliga føran fyri at røkja starvið, og valdi tískil at siga upp. Jewell hevur verið venjari í Wigan síðan 2001, og hevur ført liðið heilt frá triðbestu deildini upp í Premier League. Nýggi venjarin í Wigan er longu funnin. Hann eitur Christ Hutchings, og hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá liðnum. Manchester City stendur framvegis uttan venjara, men nýggjur venjari verður væntandi kunngjørdur ein av komandi døgunum.