Tað hevur ikki hepnast nakað serliga væl hjá besta mansliðnum hjá Neistanum í ár. Hóast liðið telir nakrar av størstu profilunum í landinum, so hava úrslitini higartil verið nakað nógv lakari, enn nevnd og viðhaldsfólk høvdu roknað við. Serliga seinastu dystirnir hava víst, at liðið als ikki hevur megnað at lyft seg upp til tað, sum roknast kann við, og nú hevur nevndin so tikið stig til at loysa hesar trupulleikar.
- Vit hava gjørt av, at rokera eitt sindur við manningini. Framyvir verður tað Sámal Tróndur Finsson Johansen, sum skal standa fyri venjingini. Damir Oros, sum higartil hevur verið leikandi venjari, verður framyvir bara leikari, sigur Jón Kragesteen, formaður í Neistanum.
Júst leikluturin hjá Damir Oros hevur av fleiri verið mettur sum ein av orsøkunum til laku úrslitini. Tað hevur í øllum førum verið ein sannroynd, at ársins leikari í fjør bert hevur verið ein skuggi av sær sjálvum hetta kappingarárið. Nakað sum helst hevur verið tengt at, at hann ikki hevur trivist serliga væl í venjaraleiklutinum.











