Nógv bendir á, at Andrias F. Hansen verður í venjaratoyminum hjá mansliðnum hjá Kyndli, sum í kvøld er trýst til sigurs. Sum skilst, so verður tað í staðin fyri Bárð Johannesen.
Kyndil kann í kvøld spæla seg av við leiklutin í Faxe Kondi steypakappingini, um liðið tapur fyri VÍF. Tað sigst, at tað bleiv nakað rokaligt í kyndilsleguni, eftir ósigurin fyri StÍF sunnudagin.
In.fo skilir, at tað er greitt, at Andreas F. Hansen, sum er venjari hjá landsliðskvinnunum, verður hjálparvenjari til dystin í kvøld. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í høllini á Hálsi millum Kyndil og VÍF. Dysturin byrjar klokkan 20.
Dystir í kvøld:
Mikudagin 25.01.2017 kl. 18.30 StÍF – Neistin (kvinnur bólkur 1)
Mikudagin 25.01.2017 kl 20.00 StÍF – Team Klaksvík (menn bólkur 2)
Mikudagin 25.01.2017 kl 20.00 Kyndil – VÍF (menn bólkur 2)