Venjaraskifti á Argjum

Oddbjørn Joensen er ikki longur venjari hjá AB. Sámal Erik Hentze tekur við

AB hevur í kvøld kunngjørt, at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari, eftir at Oddbjørn Joensen, saman við hjálparvenjaranum, Morten Overgaard, hevur lagt frá sær. Á Argjum verður víst á, at skiftið er hent í sátt og semju millum allar partarnar.

 

Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sigur, at venjaraskiftið er gjørt í sátt og semju við Oddbjørn og Morten. "Í hesum sambandi vilja vit í FC Argjum takka fyri tað góða samstarv, ið hevur verið. Vit saman føldu, at okkurt heilt serstakt mátti gerast nú, fyri at venda gongdini.", sigur Sjúrður Olsen.

 

Venjaraskiftið varð kunngjørt fyri leikararnar hjá AB seinnapartin og Sámal Erik tekur við til venjingina í kvøld.

 

AB liggur næstaftast við sjey stigum og hevur eftir 14 umfør ikki megnað at vunnið. Komandi dystur er móti FC Suðuroy í Vági.