Venjaraskeið í amboðsfimleiki

Seinasta fríggjakvøld vóru fimleikavenjarar úr øllum landinum á skeiði í amboðsfimleiki í høllini á Stórheyggi.

Bilarnir vóru nógvir uttan fyri fimleikahøllina á Stórheyggi í Havn seinasta fríggjakvøld. Orsøkin var, at Føroya Fimleikasamband skipaði fyri grundskeiði fyri venjarar í amboðsfimleiki.

Fimleikasambandið hevði fingið Svannu Hanusardóttir, cand. scient. í ítrótti, at halda ein fyrilestur við heitinum: Grundreglur í undirvísing -teori og praksis. Eftir ein lítlan steðg greiddi Helgi W. Olsen frá um fimleikaligar grundrørslur, metodikk og grundleggjandi móttøku. Helgi W. Olsen er ein av okkara bestu fimleikarum, og er útbúgvin B. A. í ítrótti.

Luttakaraskarin á skeiðinum var sera breiður. Tilsamans 64 venjarar, fimleikarar og fólkaskúlalærarar vóru við. Feløgini, sum vóru umboðað, eru Flog úr Fuglafirði, Fok úr Gøtu/Leirvík, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Ljósið úr Havn, Støkk av Glyvrum og Spírin úr Skopun.

Hetta skeiðið var tað fyrsta í eini røð av skeiðum innan amboðsfimleik. Føroya Fimleikasamband hevur ætlanir um at skipa fyri fleiri skeiðum komandi tíðina fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum amboðsfimleikarum, bæði breiddini og elituni, í Føroyum.