Fyrireikingarnar hjá KÍ og AB hava verið merktar av, at venjararnir ikki hava verið við í venjingunum í nakrar dagar. KÍ venjarin Eyðun Klakstein og AB venjarin Oddbjørn Joensen vóru aftur til venjingar í fyrrakvøldið. Eftir venjingarnar næstsíðsta týskvøld fóru teir í ferðalagi av landinum. Teir venja U-19 landsliðið, sum hevur verið í Norðurírlandi, og í dag standa teir yvir av hvørjum øðrum.
Setningurin hjá AB er at lyfta seg upp um ÍF, sum í løtuni er á sjeynda plássi. Setningurin hjá KÍ er framvegis at røkka fjórða plássið og harvið europeiskari luttøku. Møguleikin kámaðist, tá ið KÍ tapti 2-0 í Runavík, men møguleikin er ikki burtur, og tað hevur eisini týdning at røkka fimta plássið og harvið at vinna ein eyka heimadyst í 2015.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir, meðan tað hjá AB stendur verri til: Sorin Anghel, Tóki á Lofti og Leivur H. Joensen eru skaðadarvaðir, og Dmitrije Jankovic og Beinir Ellefsen eru leikbannaðir.
Hetta er síðsti heimadysturin hjá KÍ í ár. Tað er ikki greitt, hvør næsta ár fer at hava ábyrgdina av liðnum.