Fótbóltur
10 av føroysku fótbóltsvenjarunum nema sær í løtuni A-venjaraútbúgvingina.
Áður hava venjararnir verið saman eitt vikuskifti, men hendan vikan er mest sum øll sett av til útbúgvingina.
Evni fyri undirvísingina hesa vikuna er kropslig venjing, og er tað Magni Mohr, ið stendur fyri undirvísingini.
Á heimasíðuni hjá FSF sigur Virgar Hvidbro, útbúgvingarsamskipari hjá FSF, at størri dentur verður lagdur á kropsliga venjing á hesum skeiðinum, og tí hava fleiri av teimum, sum frammanundan hava tikið A-venjaraprógv eisini tikið av tilboðnum frá FSF um at vera við til undirvísingina hjá Magna Mohr hesa vikuna.
Fríggjadagin skulu venjararnir lata fyrstu skrivligu royndina undir hesi útbúgvingini, og leygardagin verður aftur venjing og undirvísing í Gundadali.
Tað eru tveir kendir venjarar frá Dansk Boldspil Union, sum koma til Føroya at standa fyri undirvísingini leygardagin, nevniliga danski A-landsliðsvenjarin Morten Olsen og fyrrverandi superligavenjarin Peter Rudbæk, sum fyrr hevur hildið skeið í Føroyum.
Peter Rudbæk fer at greiða føroysku venjarunum nærri frá sokallaðu pro-venjaraútbúgvingini, sum er ein yvirbygningur til A-venjaraprógvið, meðan danski landsliðsvenjarin fer at greiða nærri frá um spælistíl.
---
Fakta
Venjarar, sum løtuni taka A-venjaraútbúgvingina
Hegga Samuelsen, 07Vestur
Allan Dybczak, B36
Alexander Djordjevic, KÍ
Ábraham Løkin, U19
Meinhardt Dalbúð, NSÍ
John Petersen, Skála
Sigfríður Clementsen, EB/Streymur
Anton Skoradal, Víkingur
Áki Johansen, HB
Rúni Nolsøe, HB