Eitt nú vórðu Jakob Jónsson og Dia Midjord settir í sving, meðan spælararnir vóru til setanina á Challenge Trophy-kappingini. Íroknað setanina, so máttu føroysku kvinnurnar nevnliga vera í høllini í einar seks tímar mikudagin, og so skuldi matur sjálvandi í motorin. Og sum tað sæst á myndini, so fóru Jakob og Dia hugagóðir til verka, tá hetta skuldi gerast.