Fótbóltur
Soleiðis sum EB/Streymur buldrar avstað í oddinum, eru bert eini ráð til restina av feløgunum. Í øllum førum hjá teimum, sum liggja beint undir oddinum.
Har eru ikki ráð at kiksa tað allar minsta, og tí er lítið at ivast í, at bæði B36 og GÍ fara eftir sigrinum í Gundadali í kvøld.
Trý leikbann
Báðir partar eru tó órógvaðir av fráveru undan so týdningarmikla dystinum. Hjá B36 kom tað illa við, at Hanus Thorleifsson noyddist skaddur av vøllinum, tá Fenerbache var á vitjan. Tann skaðin argar framvegis, og í fyrsta lagið verður mett, at miðvallarin er tøkur til sunnudagin, tá B36 spælir móti KÍ.
Hartil hevur liðskiparin, Klæmint Matras, leikbann, eftir at hann fekk fimta gula kortið, tá B36 spældi á Skála, meðan Kenneth Jacobsen er staddur uttanlands.
Og eisini hjá GÍ hevur venjarin nakað at hugsa um. Áslakur R. Petersen og Niklas Niclasen eru nevnliga báðir leikbannaðir, og hartil er Magni Jarnskor ivasamur, tí hann hevur drigist við skaða. Tí skal Petur Mohr finna eina nýggja samanseting á liðnum, sum eftir eina framúr byrjan tykist vera dottið nakað burturímillum í oddastríðnum.