Venjararnir hava valt Eyðun til ársins venjara

Venjarafelagið heiðraði teimum bestu fótbóltsvenjarunum í kvøld

Einki er størri fyri ein venjara enn at verða heiðraður og viðurkendur av sínum starvsfeløgum, verður mangan tikið til.

 

Venjarafelag Føroya (VFF) heiðraði í kvøld teimum bestu venjarunum, sum eru valdir av fótbóltsvenjarunum í Føroyum.

 

Eyðun Klakstein, venjari hjá B36 (myndin) gjørdist ársins venjari hjá monnum. Poul Grunnveit Olsen, venjari hjá EB/Streymi/Skála gjørdist ársins venjari hjá kvinnum.

 

Jan Dam, HB gjørdist ársins ungdómsvenjari. Og Karl Vidtfeldt á Sandi bleiv valdur til ársins eldsál.

 

Tað er vorðin ein fastur táttur, at VFF velur ársins venjarar og ársins eldsál.