Trý av hvørjum fýra børnum byrja at spæla fótbólt, men tá ið tey gerast 16 ára gomul eru bert 33 prosent av børnunum eftir í fótbóltsspælinum.
Tað er ein av niðurstøðunum í einari kanning, sum Fótbóltssambandið hevur gjørt av fráfallinum millum ungar fótbóltsspælarar.
Endamálið við kanningini var at fáa eina hóming av, hví so nógvir ungir fótbóltsspælarar gevast at spæla fótbólt áðrenn teir verða 16 ára gamlir.
Kanningin staðfestir, at tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til, at spælarar halda fram at spæla fótbólt. Fyrst orsøkin er av sosialum slagi, tí børn og ung vilja verða saman við vinum í ítrótti. Síðani er ein orsøk, at børnini vilja mennast sum ítróttarfólk, og ein triðja orsøk er viljin til at vinna.
Fótbóltssambandið heldur, at venjararnir hava eina stóra ábyrgd mótvegis teimum ungu fótbóltsspælarunum, og venjarin stendur sentralur í orsøkini til, hví børn gevast at spæla fótbólt.
- Tað er nógv, sum bendir á, venjarin og umstøðurnar at venja undir eru høvuðsorsøkin til stóra fráfallið. Meginparturin av spælarunum spæla fótbólt av sosialum orsøkum, og júst orsøkin, at tað ikki er stuttligt, er ein stór orsøk til, at leikarar gevast, skrivar Pætur Clementsen í seinastu útgávuni av FSF-blaðnum. Hann stóð fyri kanningini av fráfallinum.
- Venjarin ger venjingarnar og hevur tí beinleiðis ávirkan á, um tað er stuttligt ella ikki. Tí kann tað hugsast, at tað er meira ella minni orsaka av venjaranum, at børn gevast at spæla fótbólt, sigur hann í viðmerkingunum til kanningina.










