Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, vildi fyrst og fremst rósa felagsliðnum fyri eitt gott avrik í gjár, men spurdur um venjararnar var hann meiri spakur.
- Hetta er sjálvandi ikki tað vit ætlaðu, men vit vísa at vit eru í toppinum, tá vit eru í finaluni trý ár á rað. Um venjararnar havi eg onga viðmerking, men teir hava sáttmála fyri restina av árinum, og so taka vit tað harfrá, staðfesti formaðurin eftir tapið.
Formaðurin vísti eisini á, at menn løgdu nokk fyri dagin, men at tað var okkurt smávegis, ið manglaði.









