Heili tríggir venjarar úr danska felagnum Lyngby BK, koma í Juli til Føroya at venja føroyskar leikarar í aldursbólkunum U13 og U15 á Adidas Pro Camp. Lyngby BK er eitt fáu donsku feløgunum sum hevur A-licens, ið er hægsta kvalitetsstempul innan talentútvikling í donskum fótbólti.
Dan Brimsvík, ið er høvuðsvenjari hjá nýklaktu danmarksmeistarunum í U14 deildini í Danmark, var venjari í B36 í mong ár áðrenn hann í samband við lesnað flutti til Danmark. Dan hevur vant flestu aldursbólkarnar í felagnum, og var eisini í trý ár høvuðsungdómsvenjari hjá B36. Fyrsta árið á flatlondum var hann venjari í Hvidovre IF. Her starvaðist hann sum T+ venjari og høvuðsvenjari hjá U14 liðnum. Seinastu trý árini hevur hann verið venjari í Lyngby BK.
Dan er fyriskipari av ítróttarliga partinum á Adidas Pro Camp.










