Leygardagin 7. februar var árligi aðalfundur í fótbóltsfelagnum Giza.
Formaður felagsins, Fróði Danielsen, boðaði frá, at hann ikki stillaði upp aftur. Somuleiðis ljóðaði frá hinum limunum, at teir heldur ikki stillaðu upp. Ronni á Krákusteini og Bárður í Gong, sum vóru valdir á eykaaðalfundi herfyri, vóru sinnaðir at halda fram, og tí manglaðu tríggir limir at manna nevndina.
Teir tríggir, sum ístaðin komu í nevndina, vóru Frankie Jensen, Kenneth Hovgaard Djurhuus og Jógvan Sólheim Heinesen. Allir fimm eru venjrarar á ymsum liðum:
Ronni og Bárður hava hvør sítt 3. deildarlið, Jógvan er høvuðsungdómsvenjari og venjari hjá kvinnunum og Frankie og Kenneth hava ábyrgdina av 2. deild.
Hóast hetta kann geva trupulleikar, so heldur nýggja nevndin, at tað at venjarar nú reka felagið er ein upplagur møguleiki at fáa nevnd, venjarar og leikarar í tættari samstarv. Nakað sum kanska hevur verið saknað, heldur nýggja nevndin.
Nevndin hevur skipað segsoleiðis:
Kenneth Hovgaard Djurhuus, formaður
Ronni á Krákusteini, næstformaður
Bárður í Gong, kassameistari
Jógvan Sólheim Heinesen, skrivari
Frankie Jensen, nevndarlimur
Sunnleif Jacobsen játtaði seg somuleiðis at taka eitt tørn sum tiltakslimur.