Í dag skipar Venjarafelagið hjá fótbóltsvenjarum fyri VFF Kup í Gundadali. Hetta er kapping, har øll liðini í Effodeildini luttaka. Spælt verður í tveimum bólkum, og kappingin endar við finalu millum bólkavinnararnar.
Fyrireikararnir boða nú frá, at kappingin, sum skuldi byrja kl. 13.00, verður útsett tveir tímar.
Hetta er orsaka av veðrinum, sum er vánaligt í løtuni, men sum verður betur út á seinnapartin.
VFF Kup byrjar tí kl. 15.00 í dag.