Venjarafelag Føroya skipaði eins og undanfarnu ár fyri einum tiltaki, har millum annað Ársins venjarar hjá monnum og kvinnum vórðu vald.
Hjá monnunum bleiv tað Flemming Christensen hjá ÍF, ið gjørdist Ársins venjari. Frankie Jensen handaði steypið til hjálparvenjaran hjá ÍF, Boga Lervig, sum tók móti steypinum fyri Flemming Christensen, íF, sum var farin av landinum.
Kappingin um ársins venjara var hørð, og lógu teir tríggir Flemming Christensen, ÍF, Heðin Askham fyri EBS og Eliesar J. Olsen, Skála lið um lið, men Flemming vann við tí einu atkvøðuni á muni. Flemming hevur gjøgnum kappingina gjørt ÍF til eitt gott fótbóltslið at hyggja at við sínum tolna, skapandi og livandi samanspæli, sum er bæði álopskent, áhugavert og sum ein vælvirkandi liðeind á vøllinum við bæði stjørnum og mest liðspælarum, sum virkaðu sum ein hópur, sum hvør í sínum lagi skilur fótbóltspæli, ljóðar tað í grundgevingini
Besti venjarin hjá kvinnum bleiv valdur at vera Allan Dybczak hjá HB. Tað fall Mathias Davidsen í lut, at handa Allan Dybczak henda heiðurin. Allan fekk heiðurin fyri við ágrýtni og nærlagni at hava lyft kvinnuliðið hjá HB upp úr einum tilvildarligum plássi í 2.deild til eitt flott fjórða pláss í 1.deild eftir einum ári. Hann hevur verið viðvirkandi til, at HB hevur fótað sær í kvinnufótbólti og hevur eisini við eldhuga vant genturnar, sum vunnu steypakappingina. So menningin hjá HB er eyðsýnd, og vónirnar eru góðar, um rætt verður atborið. Tí hava venjararnir valt Allan til ársins venjara í 2012, stendur í grundgevingini hjá Venjarafelagnum.