Venjarafelagið hevur í skrivi á heimasíðuni funnist at, at fleiri venjarar eru høvðusvenjarar í atburði, men ikki lúka krøvini við A-venjaraprógvinum. Tí verða teir bara bólkaðir sum ”Fysiskur venjari” á dómaraseðlinum. Tað eru ongi krøv til ein fysiskan venjara.
Víst verður til millum annað Símun Samuelsen (AB) og Hans Jørgen Djuhuus (ÍF). Teir hava hava ikkið lokið A-prógvið enn, men úttala seg eitt nú til miðlarnar sum venjarar hjá hesum feløgunum. Í øðrum førum eru prógvini útgingin, og tá hevur loysnin verið tann sama – at bólka venjaran sum fysiskan venjara.
Venjarafelgið undrast á hví teirra limir skulu brúka nógva orku og tíð upp á prógvini, tá tey ikki eru neyðug alíkavæl? Her er skrivið í fullari longd:
##med2##
Ikki neyðugt at hava UEFA A-venjaraprógv í Føroyum?
Venjarafelag Føroyar (VFF) hevur ymisk aðalmál. Eitt av hesum aðalmálum er at betra um støðið av venjarum, eggja venjarum til at útbúgva seg og at taka skeiðir, so føroyskir venjarar verða betri skikkaðir og hava møguleika fyri at menna seg sum venjarar. VFF er av tí fatan, at FSF eisini hevur sama aðalmál, sum nevnt er omanfyri.
Fyri fleiri árum síðani setti FSF, í samstarvi við DBU, venjaraútbúgving á skinnarar og lýkur útbúgvingin ásetingar frá UEFA/FIFA. Samstundis sum venjaraútbúgvingin er blivin ein sameindur partur av fótbólts-Føroyum, hevur FSF sett ávís krøv til feløgini um at seta útbúnar venjarar. Og í teimum hægru deildunum er krav um, at venjarar hava A- ella B-venjararútbúgvingina hjá FSF. Harafturat setir FSF krøv til, at útbúnir venjarar regluliga dagføra venjaraprógvið við at luttaka á skeiðum, sum FSF skipar fyri.
Fyri føroysku landskappingina er galdandi, at Høvuðsvenjarin skal hava galdandi UEFA A-prógv og at hjálparvenjarin hevur galdandi UEFA B-prógv í bestu mansdeildini. Fyri bestu deildina hjá kvinnum og 1. deild menn er minsta krav eitt UEFA B-prógv
##med3##
VFF undrast tí yvir, at ávísir venjarar fáa loyvi til at standa á odda fyri sínum liði í føroysku landskappingini, tí hesir hava ikki neyðuga útbúgvingina. Í øðrum førum er loyvið gingið út, og standa hesir venjarar á pappírinum ikki sum venjarar, men tað er sjón fyri søgn, at hesir venjarar eru teir, sum standa á odda fyri sínum liði.
Venjarafelag Føroya (VFF) hevur í nøkur ár gjørt vart við, at tað er ikki neyðugt við einum A-prógvi, tá ið venjarar skulu setast til bestu deildina hjá monnum. Hvørt einasta ár kemur tað fyri, at venjarar verða settir uttan galdandi prógv. Alt, alt ov ofta kemur tað fyri, at Høvuðsvenjarar kunnu virka undir heitinum “fysiskur venjari”, sum ongi krøv verða sett til.
Dømi er dysturin AB-ÍF
Tann 27. juli 2020 dystaðust AB og ÍF á Argjum. Sambært loyvisskipanini hjá FSF, Comet, so standa venjararnir hjá ávikavist AB og ÍF, Símun Samuelsen og Hans Jørgin Djurhuus, skrásettir sum fysiskir venjarar. Harumframt hevði in.fo samrøðu við júst nevndu venjarar eftir dystin. Tað má metast at vera sjáldsamt, at fysiskir venjarar verða drignir framat mikrofonini eftir fótbóltsdyst.
Sambært heimasíðuni hjá FSF, so hava 66 venjarar eitt galdandi A-prógv, tí skuldu føroysku feløgini havt fleiri góðar møguleikar at valt ímillum, tá ið nýggjur venjari skal setast. Harumframt kunnu útlendskir venjarar fáa starv, men teir hava heldur ikki altíð pappírini í lagi.
##med4##
Tað er heldur eingin, sum er í iva um, at føroysku venjararnir eru mentir nógv seinnu árini og framhaldandi mennast. Tað er sera gleðiligt, at vit seinnu árini hava fingið 3 venjarar, sum hava hægst møguligt prógv við UEFA PRO loyvi.
VFF metir, at um FSF ikki strammar upp og fær feløgini at halda seg til ásettu krøv, so er eingin grund hjá venjarum at brúka nógva tíð og orku til at taka útbúgvingina hjá FSF, sum er ein góð og gevandi venjaraútbúgving, ella at taka “kravdu” inpulstímarnar, sum FSF setir útbúðnum venjarum, so hesir venjarar ikki missa venjaraloyvið. Og um hetta verður ”rákið”, er vandi fyri, at góðskan á venjarum, sum fara at virka í Føroyar, verður lækkandi.
Aðrastaðni í heiminum roynir man at umsita ásettu venjarakrøv. VFF vónar, at FSF tekur hesi viðurskifti í álvara og fær rætta kósina!