Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Magnus á Stongum, sum var annar av ferðaleiðarunum hjá landsliðnum á ferðini til Kaunas, er eisini formaður í landsliðsnevndini.
Enn hevur nevndin ikki viðgjørt, hvussu profilurin á einum komandi føroyskum landsliðsvenjara skal síggja út, men Magnus slær tó fast, at talan neyvan verður um nakra stóra útlendska kanón, soleiðis sum fleiri annars hava ynskt.
- Vit hava ikki verið saman og tosað um spurningin enn, men eg havi so sjálvandi mínar egnu tankar. Og teir ganga fyrst og fremst út uppá, at vit skulu byggja víðari á tað arbeiði, sum Jógvan Martin hevur framt á landsliðnum. Og eg rokni ikki við, at talan verður um tær drastisku broytingarnar. Millum annað tí vit ikki hava fíggjarligu førleikarnar til at fara eftir einum heilt stórum útlendskum venjaranavni. Har havi eg hug at sláa kalt vatn í blóðið, tí enn eru vit ikki komnir har, sum vit kunnu fara út eftir venjarum, sum hava lønarkrøv í milliónaflokkinum.
Venjara – ikki spælara
Við Allan Simonsen og Henrik Larsen sóu vit, at FSF fór eftir hampuliga óskrivaðum venjaranøvnum, sum tó høvdu stór nøvn sum spælarar. Er hetta ein hugsandi loysn, ella verður denturin nú í størri mun lagdur á royndirnar og dygdirnar sum venjari?
- Tað verður tað seinna av hasum, sum tú nevnir. Og í mínari verð hevur tað alstóran týdning, at talan er um ein persón, sum kann taka nøkur stig afturat í menningini av føroyskum fótbólti. Tað eru nógv praktisk viðurskifti kring liðið, sum kunnu proffesionaliserast meira, tá tað ræður um at menna spælarar. Til dømis kundi hugsast, at vit so ella so knýta okkurt slag av fótbóltsakademi afturat arbeiðinum við yngru landsliðunum, og tað er millum annað hetta arbeiðið, sum eg fegin síggi ein komandi landsliðsvenjara taka lut í, sigur Magnus á Stongum.









