Venja til ólavsøkukonsertina

Ólavsøkan nærkast og somuleiðis ólavsøkukonsertin, sum í ár er fyri 20. ferð. Og bólkarnir eru byrjaðir at venja til koncertina hóskvøldið og fyrireikarin reikar Havnina runt at savna síðstu endarnar, so alt at enda klappar. Ólavsøkukonsertin hevur fingið skeinkiloyvi

Ólavsøkufyrireikingarnar byrja av álvara at merkjast og síggjast í høvuðsstaðnum. Menn heingja ljósperur upp og ymsastaðni hoyrist tónleikur út ígjøgnum opnar gluggar.Ein skal ikki ganga longi í býnum, áður enn ein rennur seg í ólavsøkufyrireikingar.
Í morgin stukku vit inn á gólvið í Skansastovu Yviri vi Strond í Havn. Har vandi Eyðun Nolsøe og manning hansara. Eyðun er eitt av nøvnunum á plakatini til ólavsøkukonsertina í ár.
Tygara útsendi slapp innar at lurta og at taka nakrar myndir og lata sum um, at hann ikki var á staðnum, tí menn taka venjingarnar í álvara. Tað sást og hoyrdist.
Hesa løtuna, vit stukku inn á gólvið (og lótu sum um vit ikki gjørdu tað fyri ikki at órógva), var tað nokk eitt nýtt lag, ið var á skránni. Men Eyðuni so líkt. so tók tað bert lítla løtu, til ein ivaðist, um ein hevði hoyrt lagið áður. Eitt lag, ið skjótt festir seg.
Eyðun hevur savnað góða manning afturat sær. Leivur Thomsen á guitar, Rógva á Rógvu, trummur, Arnold Ludvig á bass og Pætur við Keldu tangentar. Á loftinum hoyrdust eisini tónar og har vandi blásaraparturin av bólkinum hjá Eyðuni. Tróndur Enni og Hans Petur í Brekkunum vóru í holt við at seta síðstu tónarnar á pláss, ið skulu blásast afturvið løgunum hjá Eyðuni, tá hann fer á pall á ólavsøkukonsertini, sum verður fyri 20. ferð í ár.
Ein høvuðsfyrireikari av konsertini hevur í mong ár verið Kaj Johannesen. Eisini hann hittu vit í morgun, meðan hann reikaði Havnina runt fyri at savna leysar endar í samband við konsertina, sum í ár hevur 20 ár á baki. Júst strongdur var hann ikki, men heilt uttanfyri blaðmannaprátið duldi hann tó ikki, at tað er strævið starv at fáa so stórt tiltak at rigga, so at alt í síðsta enda klappar.
Eitt av nøvnunum á konsertini í ár er Mezzoforte úr Íslandi. Teimum royndu vit í morgun at fáa fatur í, men tað eydnaðist ikki reiðiliga. Tó so, tí eina liminumí bólinum eydnaðist at fáa í telefonhornið, men hann var staddur í Spania, tá hann tók telefonina og vildi tí so fegin at onkur annar í bólkinum skluldi svara.
Ætlanin var tó bert at spyrja, hvat vit kunnu vænta okkum av Mezzoforte á Ólavsøku. Hesum bólki av íslendskum tónleikaúrmælingum, sum í áttatiárunum hugtók allan heim og sum eisini løgdu leiðina fram við á Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestival einaferð síðst í áttatiárunum. Tað størsta innan íslendska tónleikavinnu, innan Bjørk bygdi sær stórar tónleikavarðar.
Men so mikið fingu vit tó burturúr telefonsamrøðuni við íslendingin í Spaniu, at Mezzoforte gleðir seg at koma til Føroya og tað gera teir í morgin, mikudag.
Tað kann tykjast, sum vendir konsertin í ár sær til eina nakað eldri fjøld, enn ungu fjøldina, ið vanliga hevur vitjað ólavsøkukonsertina seinnu árini. Konsertin hevur eisini fingið skeinkiloyvi.
Rundferðin í Havnini ein týsmorgin ein dag, har alt er í ferð við at vakna , nú ólavsøkan nærkast, er av.