Venja til heiðurskonsertina fyri Telling

Leygarkvøldið verður stóra heiðurskonsertin fyri Jógvani Telling Joensen.

Leygarkvøldið verður stóra heiðurskonsertin fyri Jógvani Telling Joensen.

 

í ásannan av, at Jógvan Telling er ein av stóru tónlistamonnunum í føroyskum tónleiki, hava stigtakararnir sett sær fyri at heiðra tónleikaran og orða- og lagsmiðin, ið hvarv av pallinum fyri eini 20 árum síðani, tá sjúka gjørdi, at hann ikki longur fekk spælt øll tey ljóðføri, ið hann var so kendur fyri at spæla á.

 

Tó  liggur sera nógv tilfar innspælt eftir Jógvan Telling, og ikki er av leið at siga, at fyri mong er tónleikur hansara ljóðteppið, ið myndar barna- ungdóms- og kanska eisini vaksnamannaárini.

 

Venjingarnar til konsertina eru nú í hæddini til konsertina í Norðurlandahúsinum, og myndin omanfyri er tikin í dag undir venjing. Myndina tók Signar í Homrum.