Danska sjóverjan, Fiskiveiðieftirlitið, MRCC og bjargingarfeløgini í Havn og í Klaksvík hava í dag felags venjing Hetta er ein venjing í leiting, samstarvi og í samskifti.
Fiskiveiðieftirlitið og danska sjóverjan luttaka við hvør sínum skipi, Havnar Bjargingarfelag hevur Lív og Norðoya Bjargingarfelag bátin Ziska.
Slíkar venjingar eru nøkulunda regluliga, verður sagt av Sjóbjargingarstøðini.