Venja og síðani konsert í Vesturkirkjuni

Aftur í ár fara úlendskir lærarar at hava skeið fyri violinnæmingum hjá Annette Nielsen og Sámali Petersen.

Teir eru Lilja Hjaltadóttir og Ewa Tosik úr Íslandi og Leif Elving úr Svøríki. Tey hava drúgvar royndir bæði sum tónleikarar og lærarar, og brúka sama frálæruhátt sum Annette og Sámal, tann sonevnda Suzuki-metodan. 

Næmingarnir eru úr 5 til 15 ára aldur og 43 í tali. Skeiðið byrjaði í morgun og endar við einari konsert í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 17.