Fótbóltssambandið hevur tikið fyrivarni fyri nógva hitan í Beograd og tryggja sær, at landsliðsvenjarin kann velja um hann vil venja um morgunin ella um kvøldið. Nógvi hitin í dag ger, at landsliðið ikki venur fyrr enn sólin hevur pakkað saman.
Í gjár komu føroyska A-landsliðið og U-21 landsliðið til Serbia, har tey skulu í eldin týsdagin. A-landsliðið heldur til í serbiska høvðusstaðnum Beograd, meðan U-21 landsliðið hevur legu góðar 200 kilometrar herfrá.
Fótbóltssambandið hevur leigað tveir venjingar tímar til hvønn dagin, so at Brian Kerr, landsliðsvenjari, sjálvur kann meta um nær tað er best fyri landsliðið at venja. Sum skilst, so er tað orsaka av nógva hitanum í dag, at hann hevur tikið avgerð um at fyrsta venjingin í Serbia verður í kvøld.
U-21 landsliðið skal eftir øllum at døma hava sína fyrstu venjing seinna partin í dag.
Hitin í Beograd liggur um 30 hita stig í løtuni.
(Mynd: Hotel Balkan, har føroysku viðhaldsfólkini búgvi. Gistingarhúsið liggur mitt í Beograd)










