Venja flogbólt hvønn dag í vikuni (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Hannu Biskopstø og Sára R. Vatnhmar, ið ganga á flogbóltsskúia í Ikast í Danmark

Hanna Biskopstø og Sára R. Vatnhamar liva dreymin í hesum døgum. 

 

Tær eru báðar U17 landsliðsspælarar í flogbólti, og tær ganga á flogbóltsskúlanum í Ikast í Danmark, har venjing og dystir eru á skránni hvønn dag í vikuni. 

 

Fyri nøkrum døgum síðani gjørdi flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen samrøðu við tær báðar í samband við FK-kappingina í flogbólti, har U17 landsliðið spældi dystir ímóti liðunum í meistaradeildini hjá kvinnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hannu Biskopsstø og Sáru R. Vatnhamar.